Breið semja er um, at Føroyar skulu gerast leysar av olju. Tí skal orkunýtslan leggjast um frá olju til varandi orkukeldur.
Verandi orkunýtsla, og hvaðani orka kemur, sæst í myndini niðanfyri: framleiðsla vinstrumegin og nýtsla høgrumegin.
Orkunýtslan í Føroyum byggir í høvuðsheitum á innflutta olju. Oljunýtslan er umleið helvt um helvt á landi og á sjógvi. At leggja oljunýtsluna á sjónum um til varandi orku er ein stór avbjóðing, men arbeitt verður við loysnum. Hinvegin, so finnast góðar loysnir, so oljunýtslan á landi kann leggjast um til el og el kann framleiðast við varandi orku. Hendan umlegging er um at taka dik á seg.
Oljunýtsla á landi er í høvuðsheitum:
Oljunýtslan á landi verður løgd um til el og tí skal nógv meira el framleiðast. Tað skal gerast við varandi orkukeldum. Í Føroyum er upplagt at framleiða el úr vindi, tí vit hava millum verðins bestu umstøður við áleið 10 m/s miðal vindferð. Elframleiðsla úr vindi byrjaði í 1993 og stórar útbyggingar vórðu gjørdar í 2014 og 2022. Broytingar í elframleiðslu síggjast í myndini niðanfyri.
So hvørt sum elframleiðsla úr vindi er vaksin, er oljunýtslan minkað. Ætlanin er at vindframleiðsla skal økjast enn meira tey komandi árini. Eisini elframleiðsla við sólorku kann gerast munandi.
Elframleiðsla úr vindi er tó ikki uttan avbjóðingar. Vindur er óstøðugur og kann ikki stýrast í mun til elnýtsluna. Tí eru tíðarbil, tá ov litið av vindi er, og onnur tíðarbil, tá avlop er av vindorku. Myndin niðanfyri vísir býti av orkukeldum í elframleiðsluni hvønn dag í 2022.
Stóran part av árinum er stór oljunýtsla, tí ov lítil framleiðsla er úr vindi og øðrum varandi orkukeldum. Eisini sæst, at long tíðarbil eru, tá stórt avlop (curtailed) er av vindorku, serliga síðan stóru vindorku lundirnar omanfyri Tórshavn komu í rakstur seinnu helvt av 2022. Fyri at loysa hesa avbjóðing er brúk fyri orkugoymslum, so sveiggjandi orkuframleiðsla kann javnast, so tøka orkunøgdin samsvarar við nýtslu. Ein annar máti at sleppa undan avlopi í vindorku er at menna fleksiblar orkuloysnir, sum í mestan mun brúka orku, tá nógv vindorka er tøk. Hetta kann verða hitaloysnir, sum hava vatntangar sum orkugoymslu, tí heitt vatn er ein sera effektiv orkugoymsla. Hitaskipanin í Leirvík er ein fyrsta roynd at menna tílíkar skipanir.
Í nógv ár hava verið gjørdar fyrireikingar til eina hitaskipan, sum ikki brúkar olju, til bygningar í Leirvík, bæði almennar og privatar. Fríðfinnur Jónsson hevur verið slóðbrótari við stuðli frá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni. Kanningar hava verið gjørdar av ymiskum hitapumpuloysnum, har hitin verður tikin úr sjónum, úr jarðhitaholum ella úr luftini. Í 2020 hevði Danmark formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum og við hesum fylgdi ein játtan á 45 mió kr, sum Føroyar fingu lut í. Gjørt varð av, at brúka ein part til orkuverkætlanina í Leirvík og harvið skunda undir grøna orkuskiftið. Orka á Umhvørvisstovuni átók sær at samskipa arbeiði meðan Eysturkommuna luttók við fígging. PB Consult luttók í at tilevna endaliga skipan og útboð, sum Demic vann. Sáttmáli við kommununa bleiv undirskrivaður 20/7-2021. Skipanin bleiv handað Eysturkommunu 12/4-2023 Orkuskipanin bleiv ikki so umfatandi, sum fyrr ætlað, men umfatar bert tveir bygningar hjá kommununi, nevniliga skúlan og eldrasambýlið Giljagarð. Skúlin í Leirvík er upprunaliga frá 1929, men er nógv útbygdur í 1962, 1982 og aftur í 2010. Í dag er hetta ein nýmótans skúli umleið 2.052 m2. Har eru umleið 130 næmingar og 12 lærarar. Eldrasambýlið Giljagarður varð liðugt bygt í 2004 og er 584 m2. Har er pláss til 10 búfólk og 8 starvsfólk. Skúlin og Giljagarður brúktu tilsamans umleið 70.000 litrar av olju um árið til upphiting.
Mynd úr Leirvík, har skúlin sæst til høgru og Giljagarður til vinstru. Nýggja hitaskipanin er í nýggja bygningnum mitt í myndini.
Hitaskipanin í Leirvík er samansett, so møguleiki er at brúka sum mest av varandi orku, tá er hon er tøk og harvið minkað um avlopsorku, t.d. úr vindi. Umframt vanliga hitapumpuskipan er eisini ein stór vatngoymsla, sum kann hitast bæði frá hitapumpum og við einum elketil. Hitaskipanin hevur eisini eina serliga fyritreyt, sum er, at el fæst fyri serliga lágan prís, tá SEV gevur signal um, at nógv varandi orka er í skipanini. Bæði hitapumpa og elketil fáa hendan serliga lægri elprísin.
Hitaskipanin umfatar:
Hitaskipanin kann koyra í fleiri stigum, alt eftir um lágur el-prísur er tøkur og hvussu heitur hitatangin er. Stigini eru: